søndag den 17. maj 2009

Viðhvørt havi eg skúlating fyri

Viðhvørt fái eg skúlating við heim at gera, og ólíka so nógv onnur, so elski eg tað :) Tað er ikki altíð líka, onkuntíð er tað onkrar bókstavir eg skal fylla inn á eitt pappír, og aðrar tíðir er tað at lesa. Her siti eg so og lesi lesbókina sum eg havi við heim nú. Har eru ikki so ring orð í, tey mestu hava tríggjar bókstavir, og nógv av orðunum ganga aftur. Tað sum eg lesi akkurát her er hetta: "I can skip said Nan. She can skip" og tað dugi eg ordiliga væl at lesa :)

Tyrlan

Eftirsum eg havi mist so nógvar tenn í seinastuni, og tannfe'in eftir øllum at døma hevði gloymt at veksla meir enn ta einu ferðina, átti eg nóg nógvar pengar til at keypa eina fjarstýrda tyrlu tá vit vóru í ASDA í gjár. Í góðveðrinum í dag slapp eg so at royna meg sum pilot. Vit settu tyrluna í miðjuna á trampolinini, og so skuldi eg bara royna at flúgva runt uttan at krasja í netið. Tað gekk ikki so øðiliga væl, og meira enn einaferð fleyg eg uppum netið, fyri so krasja niður á vegin. Men nú má eg líka fáa nakrar flúgvitímar, so skal tað nokk fara at ganga. Tað bleiv til eitt sindur av klandri ímillum meg og mammu, tí hon vildi eisini sleppa at royna, men eg helt at so mátti hon bara keypa sær sína egnu tyrlu :D

torsdag den 14. maj 2009

Góðveðrið seinastu dagarnar

Eg hoppi trampolin og roksi
uttanfyri hjá okkum

Eg reiggi uppi á spæliplássinum


Eg hjálpi Rebeccu úr mínum klassa,
og systir hennara Kirsty tí tær klára ikki
uppá sjálvar



Eg venji "scissors" sum eg havi lært til fótbóltsvenjing.


Seinastu dagarnar hava vit havt so óalmyndiliga gott veður, himmalska sólskin og 17-18 gradir, so vit hava verið úti fyri tað mesta. Vit hava verið á spæliplássinum, sparka fótbólt, hoppa trampolin, grillað og nógv annað. Hesar myndirnar eru tær fittastu sum mamma tók av mær hesar dagarnar...

lørdag den 9. maj 2009

Eg og Kieran á spæliplássinum

Kieran er ein drongur úr P1, sum eg spæli við viðhvørt. Eindagin vóru vit báðir á spæliplássinum aftaná skúlatíð, og tá tók mamma hesar myndirnar. Vit hugnaðu okkum óført!














torsdag den 7. maj 2009

Meira fótbóltur

Her eru nakrar myndir av mær og teimum sum eg plagi at spæla fótbólt saman við. Teir eru allir nógv eldri enn eg, men eru ordiliga fittir og lova mær uppí allíkavæl. Eg tori ordiliga væl at fara ímóti teimum, sjálvt um teir eru størri, og tað halda teir verða nokkso kul...
her standi eg klárur at taka ímóti einum innleggi

Her havi eg góða tíð at venja nakrar fintur áðrenn nakar kemur ímóti


Eitt skot uppá mál


Sjálvt um mótstandarin er nógv størri, so loypi eg í tað


Sjálvt um tað ofta sær ómøguligt út, so royni eg





Í Skóginum










Hesar myndirnar eru tiknar á einum túri sum eg var við mammu og ommu í skóginum ein dagin. Eg klatraði ordiliga høgt í einum træi, so mamma helt at eg burdi heldur hava súkkluhjálmin á :D

mandag den 4. maj 2009

Eg elski at súkkla

Eitt sum mær dámar ordiliga væl, er at fara súkklutúr. Eg fekk ein ordiliga kula súkklu í jólagávu, so tað liggur so væl fyri...
Niðri í skóginum er einastaðni sórin sandur, har sum teir stóru dreingirnir hava gjørt "flymmibakkar" (sum mamma og Páll plagdu at kalla tað) sum eg kann royna meg á. Enn dugi eg ikki so væl sum teir stóru, men eg royni, og vóni at tá eg veri so stórur sum teir, fari eg eisini at duga. Hvør veit, kanska eg so eisini fari at verða kallaður Motorbøllin :)

fredag den 1. maj 2009

Brandstøðin

Viðhvørt tá vit ganga heim frá spæliplássinum, ganga vit framvið brandstøðina, so eg kann lúra inn ígjøgnum vindeyga eftir brandbilinum, men ongantíð hava vit verið so heldig sum í dag. Tá vit komu gangandi framvið, kom brandbilurin akkurát koyrandi, og eg stóð sum negldur. Bilurin koyrdi inn í garasjuna, og brandmenninir komu út. Ordiligir brandmenn! Teir vóru ordiliga fittir, og ein av teimum lovaði mær inn í bilin at hyggja, og enntá at prøva brandhjálmin hjá sær. Eg slapp eisini at tendra ljósini, men ikki sirenuna, tí hon larmar for illa :) Sum ikki einaferð tá okkurt er á vási, hevði mamma gloymt myndatólið, men fekk allíkavæl tikið hesa myndina við telefonini...

Aftaná Skúlatíð


Næstan hvønn dag aftaná skúlatíð sparki eg fótbólt á vøllinum viðsíðina av skúlnum við teimum stóru dreingjunum. Teir eru ordiliga fittir, og tíma altíð at hava meg uppí, sjálvt um teir eru dupult so nógv ár sum eg. Teir siga altíð at eg dugi ordiliga væl, og so blívi eg nokkso glaður. Eg haldi faktiskt at tað passar at eg dugi væl, tí tá eg var á fótbóltskúla hjá Aberdeen FC í páskaferiuni var eg valdur sum besti spælari í eini kapping. Tað helt eg (og ikki minst mamma) verða nokkso kul :)

Í skúla


Tá eg flutti til Skotlands var mamma eitt sindur bekymrað, tí eg skuldi í skúla beinanvegin, og hon helt ikki at eg fór at duga at ganga í skúla. Í Desembur byrjaði eg í P1, sum er fyrsti klassi her, men longu í februar var eg fluttur til P1/2, sum er til tey børnini í P1 sum duga ordiliga væl. Tá var mamma stolt, og uppaftur stoltari var hon, tá eg fekk karakterbók við heim á páskum, har sum tað stóð at eg dugdi SOOO væl í øllum uttan at sita stillur :D
Á myndini eri eg í mínum skúlaklæðum. Øll børnini eru í skúlaklæðum, og tað haldi eg er nokkso snilt.

Byrjan

Nú má eg heldur fara í gongd við at blogga, eftirsum so nógv hava eftirlýst :)
Her fari eg at skriva hvat eg takist við um dagarnar, og so at leggja myndir inn eisini, so tit øll kunnu fylgja við hvussu tað gongur hjá mær.