mandag den 1. juni 2009

Å den øvugta verð...


Eindagin tá vit vóru í ASDA og keyptu, kom mamma so sjelaglað, og segði at hon hevði keypt mær eina nýggja bók... "Gruffalo" sum hon segði á so føroyskum sum til ber! Tá mátti eg also rætta uppá hana, og læra hana tann "ordiliga" mátan at siga tað uppá!
Men hetta er ikki einastu ferð at eg havi verið lært mammu nakað... Fyrrakvøldið, tá mamma legði meg at sova, gjørdi eg sum vanligt, at eg taldi bamsurnar, fyri at sikra mær at eingin var gloymd. Men hesuferð taldi eg uppá ein heilt annan máta. Un, deux, trois, quatre.... ja heilt uppí 10. Mamma var øðiliga bilsin, tí hon visti slett ikki av at eg dugdi tað, og tað gekk ikki leingi, so hevði eg lært hana at telja soleiðis eisini. Miss McDonald hevur lært meg. Hon er lærarin hjá mær, og hon er ordiliga fitt :)

søndag den 17. maj 2009

Viðhvørt havi eg skúlating fyri

Viðhvørt fái eg skúlating við heim at gera, og ólíka so nógv onnur, so elski eg tað :) Tað er ikki altíð líka, onkuntíð er tað onkrar bókstavir eg skal fylla inn á eitt pappír, og aðrar tíðir er tað at lesa. Her siti eg so og lesi lesbókina sum eg havi við heim nú. Har eru ikki so ring orð í, tey mestu hava tríggjar bókstavir, og nógv av orðunum ganga aftur. Tað sum eg lesi akkurát her er hetta: "I can skip said Nan. She can skip" og tað dugi eg ordiliga væl at lesa :)

Tyrlan

Eftirsum eg havi mist so nógvar tenn í seinastuni, og tannfe'in eftir øllum at døma hevði gloymt at veksla meir enn ta einu ferðina, átti eg nóg nógvar pengar til at keypa eina fjarstýrda tyrlu tá vit vóru í ASDA í gjár. Í góðveðrinum í dag slapp eg so at royna meg sum pilot. Vit settu tyrluna í miðjuna á trampolinini, og so skuldi eg bara royna at flúgva runt uttan at krasja í netið. Tað gekk ikki so øðiliga væl, og meira enn einaferð fleyg eg uppum netið, fyri so krasja niður á vegin. Men nú má eg líka fáa nakrar flúgvitímar, so skal tað nokk fara at ganga. Tað bleiv til eitt sindur av klandri ímillum meg og mammu, tí hon vildi eisini sleppa at royna, men eg helt at so mátti hon bara keypa sær sína egnu tyrlu :D

torsdag den 14. maj 2009

Góðveðrið seinastu dagarnar

Eg hoppi trampolin og roksi
uttanfyri hjá okkum

Eg reiggi uppi á spæliplássinum


Eg hjálpi Rebeccu úr mínum klassa,
og systir hennara Kirsty tí tær klára ikki
uppá sjálvar



Eg venji "scissors" sum eg havi lært til fótbóltsvenjing.


Seinastu dagarnar hava vit havt so óalmyndiliga gott veður, himmalska sólskin og 17-18 gradir, so vit hava verið úti fyri tað mesta. Vit hava verið á spæliplássinum, sparka fótbólt, hoppa trampolin, grillað og nógv annað. Hesar myndirnar eru tær fittastu sum mamma tók av mær hesar dagarnar...

lørdag den 9. maj 2009

Eg og Kieran á spæliplássinum

Kieran er ein drongur úr P1, sum eg spæli við viðhvørt. Eindagin vóru vit báðir á spæliplássinum aftaná skúlatíð, og tá tók mamma hesar myndirnar. Vit hugnaðu okkum óført!














torsdag den 7. maj 2009

Meira fótbóltur

Her eru nakrar myndir av mær og teimum sum eg plagi at spæla fótbólt saman við. Teir eru allir nógv eldri enn eg, men eru ordiliga fittir og lova mær uppí allíkavæl. Eg tori ordiliga væl at fara ímóti teimum, sjálvt um teir eru størri, og tað halda teir verða nokkso kul...
her standi eg klárur at taka ímóti einum innleggi

Her havi eg góða tíð at venja nakrar fintur áðrenn nakar kemur ímóti


Eitt skot uppá mál


Sjálvt um mótstandarin er nógv størri, so loypi eg í tað


Sjálvt um tað ofta sær ómøguligt út, so royni eg





Í Skóginum










Hesar myndirnar eru tiknar á einum túri sum eg var við mammu og ommu í skóginum ein dagin. Eg klatraði ordiliga høgt í einum træi, so mamma helt at eg burdi heldur hava súkkluhjálmin á :D